- Borgarstjórarnir eru samdir, um at málið um Suðuroyartunnilin er alt ov illa lýst, hvar P/F Suðuroyartunnilin og suðroyingar ikki eru sloppin til orðanna.
Soleiðis stendur í yvirlýsing hjá teimum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni.
Í felag skipa hesi fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin, í SALT sunnudagin 7. december 2025 klokkan 13.30. Tey eru:
Tvøroyrar kommuna, Kristin Michelsen, borgarstjóri
Vágs kommuna, Bjarni Johansen, borgarstjóri
Hvalbiar kommuna, Janus Thomsen, borgarstjóri
Porkeris kommuna, Ása Holm, borgarstjóri
Sumbiar kommuna, Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri
Hovs kommuna, Delmar Tausen, borgarstjóri
Fámjins kommuna, Jóanes Lisberg, borgarstjóri
Víst verður á at nógv ikki eru hoyrd - mllum annað tey ungu:
- Millum annað noyðist ogra tilfeingi, ogra ungdómur, at fara av oynni til at fáa sær útbúgving, fyri síðan at venda heim aftur til oynna við útbúgving. Hesi eru als ikki hoyrd.
Støðan er álvarsom, og Kringvarpið fær eisini toyggi frá borgarsjórunum.
- Suðuroyggin er í fríum falli, bæði hvat viðvíkur fólkatali, inntøkum og fólkasamanseting og onki av hesum er við í lýsingini í ogra almenna Kringvarpi nú Suðuroyartunnilin verður viðgjørdur í tíð og ótíð.
Meira um fundin verður kunngjørt seinni.
Vegna stigtakararnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald