Uttanlands

– Málið kann ikki koyrast út til fólkaatkvøðu

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson heldur tað ikki vera hóskandi at koyra spurningin um Nato-limaskap út til fólkaatkvøðu

– Har eru týðandi upplýsingar, sum ikki kunnu leggjast á borðið til fólkaatkvøðu, sigur Magdalena Andersson (Mynd: EPA)

– Har eru týðandi upplýsingar, sum ikki kunnu leggjast á borðið til fólkaatkvøðu, sigur Magdalena Andersson (Mynd: EPA)

2022-04-29 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenska stjórnin ætlar ikki at halda fólkaatkvøðu um Nato-limaskap.

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson í dag.

Orsakað av russisku innrásini í Ukraina skulu bæði Svøríki og Finnland nú taka støðu til, hvørt londini skulu fara uppí verjusamgonguna ella ikki, og bæði londini væntast at taka eina avgerð ein av komandi vikunum.

Magdalena Andersson sigur sambært tíðindastovuni Reuters, at hon ikki heldur eina fólkaatkvøðu vera eitt gott hugskot. Hetta er ikki eitt mál, sum hóskar seg til eina fólkaatkvøðu, sigur hon.

– Har er nógvir trúnaðarupplýsingar um trygdina hjá landinum, so har eru týðandi upplýsingar, sum ikki kunnu leggjast á borðið til fólkaatkvøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder