Børnini í vestara parti í Tórshavnar kommunu eru fyri stórum mismuni, tí tey eru tvungin at fara í forskúla fyri møguliga at fáa eitt pláss í skúlanum í sínum nærumhvørvi, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu í lesarabrævi.
– Tað er eitt so stórt inntriv í barnalívið, at eg als ikki skilji tey sum halda tað vera í fínasta lagi, at Argjabørn ganga í skúla uttanfyri Argir, og børn ið búgva tætt við Skúlan á Fløtum mugu í býin ella eysturbýin, tí at tey valdu at ganga i barnagarð tá tey eru 5-6 ára gomul, sigur hon og vísir á, at tilboð til tey seks ára gomlu í barnagørðunum í Vesturbýnum og á Argjum eru dottin burtur, tí foreldur heldur velja at koyra børnini í forskúla.
Býráðslimurin heldur, at ein avgerð má takast í málinum, áðrenn innskrivingin til komandi skúlaár endar. Hon heldur, at Tórshavnar kommuna eigur at syrgja fyri hølum til skúlarnar, har tørvur er á einum eyka skúlaspori, sum landið so játtar lærararlønir til.
Landsstýrisfólkið við útbúgvingarmálum eigur at fara í tingið eftir eykajáttan, um tað er tað, sum skal til fyri at Skúlin á Fløtum og Skúlin á Argjahamri kunnu fáa eitt eyka skúlaspor í øllum førum komandi tvey-trý árini, heldur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
– Vit hava tølini, og vita hvør tørvurin er. Eg havi skotið upp at vit kommunan syrgir fyri hølum beinanvegin. Vit hava loysnirnar, men vit eiga ikki avgerðina. Tí er mín áheitan til landsstýrisfólkini: Lurtið, gjaldið – ella lat hetta málsøkið til kommunurnar.
– Loysnin er sera einføld
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu er samdur.
Hann heldur, at Tórshavnar kommuna eigur at seta lonir upp, so pláss er fyri øllum í 1. flokki.
– Loysnin er sera einføld! Tað er at seta lonir upp við Skúlan á Fløtum fyri at børnini í nærumhvørvinum sleppa at ganga í skúlanum, við hesari loysn er pláss fyri øllum í 1. klassa. Longri er søgan ikki.
– Tí skal Tórshavnar Kommuna fara í arbeiðsklæðini alt fyri eitt, og seta pening av til at útvega lonir á komandi fíggjarlóg 2026, og avgreiða málið sum skjótast.
– Eg vil síggja tað landstýrisfólk, sum noktar børnunum at ganga í skúla har, tí fígging ikki er tøk frá landsins síðu - tá Tórshavnar Kommuna hevur hølini klár til komandi skúlaársbyrjan, skrivar hann í lesarabrævi.
Foreldur krevja svar frá kommununi
Í gjár sendu foreldur í vesturbýnum í Tórshavnar kommunu út eitt opið bræv til kommununa, (sum kann lesast her), har tey krevja greitt svar frá kommununi, um arbeitt verður við at loysa trupulleikan.
– Vit ynskja eina loysn áðrenn tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp, so familjur ikki noyðast at bera hesa óvissu við sær inn í jólatíðina. Vit ynskja eisini eina loysn, áðrenn tilmeldingin til komandi skúlaár letur upp, tí at børnini, sum vera verandi í barnagarði (og foreldur teirra), eiga ikki at vera í eini óvissu í eitt heilt ár longri enn tey, ið velja forskúla.
– Øll børn eiga at hava tryggjaða atgongd til fyrsta flokk í nærumhvørvinum - eisini tey, sum ikki velja at fara í forskúla, stendur í opna brævinum til Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald