Týsdagin fall hamarin í Tinganesi: Trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar skulu frá 1. desember. Hetta er eitt úrslit av fyrstu tilmælunum hjá Nýskipanarnevdini, sum løgmaður sjósetti seint í summar.
Les meira: Blóðbaðið í Tinganesi
Sí eisini: Spara umleið 20 milliónir - eisini broytingar hjá aðalstjórum
Í sendingini "Stjórnin - politikkur á skák" hava Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen javnan tosað um heldur nógv aðalráð, aðalstjórar og stóra almenna geiran.
Harvið fegnaðust royndu politikkarnir partvíst í sendingini mikudagin.
- Løgmaður hevur so víst megi, í mun til at hann kann taka nakrar avgerðir.
Teir undraðust tó eitt sindur á ymisk val, í mun til samanseting av ráðum og landsstýrisfólki.
- Skulu hyggja uppá stýrisskipanarlógina
Nýskipanarnevdin skýtur upp, at tað framyvir verður fastlæst, at Føroya Landsstýri hevur seks aðalráð - har er løgmansembætið eitt teirra. Í rásarúminum var semja um, at hetta kann vera eitt gott hugskot.
- Eg haldi, at løgmaður skal umgangandi fara í holt við at broyta stýrisskipanarlógini, staðfesti Tórbjørn Jacobsen og helt fram
- Um tað verður fastlæst við seks ráðum, so rokni eg við, at tú kemur at síggja aðalstjórar sum sita meginpartin av lívinum - um teir annars kunnu brúkast.
Hann heldur, at í ov stóran mun hava aðlstórjarnir verið tengdir at "reikinum" hjá løgmanni, og at tað er ov óstøðugt og ov stórt spill í summum førum.
Ein broyting í stýrisskipanarlógini krevur, at tvey fylgjandi løgting samtykja tað. Tí mælir serliga Tórbjørn Jacobsen til, at løgmaður fer í gongd við hetta sum skjótast. tað var eisini nakað, sum Aksel V. Johannesen tosaði um á tíðindafundinum týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald