Innanlands

- Løgmaður er blivin eitt sindur sum Biden

Hann er nærum ósjónligur og hevur ikki viðmerkingar til nakað serligt, sigur journalisturin Jan Lamhuage í viðgerð hjá Frihedsbrevet. - Hann er tannleysur, heldur aktivistur og samfelagsfrøðingur

Serliga Jan Lamhuage og Elisa Vang leggja ikki fingrarnar ímillum í teirra metingum av Akseli V. Johannesen sum løgmanni og floksformanni - okkurt bendir á, at broytingar eru á veg í Javnaðarflokkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Serliga Jan Lamhuage og Elisa Vang leggja ikki fingrarnar ímillum í teirra metingum av Akseli V. Johannesen sum løgmanni og floksformanni - okkurt bendir á, at broytingar eru á veg í Javnaðarflokkinum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-08-20 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trýstið á Aksel V. Johannesen er vaksið í 2025. Mál sum tað um Suðuroyartunnilin hava fylt nógv, samgongan hevur trupult við at halda stevinum, og Javnaðarflokkurin, ið ikki livir upp til síni stóru vallyftir, søkkir spakuliga í venjarakanningunum.

Samstundis ganga søgur um innanhýsis órógv, og at størri spurnartekin verða sett við linjuna - ella vantandi linjuna. Hetta er bæði í mun til politisk mál her í Føroyum men eisini støðuna hjá Javnaðarflokkinum og limum tess til kríggið í Gasa.

Sí eisini: Løgmaður er undir vaksandi trýsti í egnum flokki

[object Object]
Aksel V. Johannsen 

Hetta er nakað, sum serliga Frihedsbrevet hevur gjørt eitt sindur við í seinastuni. Har verður víst á, við keldum og útsagnum í og kring Javnaðarflokkin, at tað er vaksandi ónøgd um framferðarháttin hjá fólkatingsliminum Sjúrða Skaale í kjakinum um Gasa-kríggið umframt tøgnina hjá Akseli V. Johannesen.

Støðan - serliga hjá løgmanni - varð viðgjørt í einum vikukjaki, har Jóhann Lützen og Elisa Vang vóru á vitjan hjá vertunum og journalistunum á Frihedsbrevet: Jan Lamhauge og Barbara Holm

Elisa Vang, sum millum annað er samfelagsfrøðingur og aktivistur, legði fyri, tá leiðslustílurin hjá løgmanni kom undir luppin:

- Aksel er ein fittur maður, sikkurt eitt ordiligt fólk, men haldi ikki hann hevur ordiligan autoritet...billi mær inn at man má kunna sláa nevnan í borðið sum floksformaður. Eg havi hoyrt her og frá fleiri øðrum, at hann er meira løgmaður enn floksformaður, og tað er eitt problem - fyri Javnaðarflokkin - og eg haldi, at tað er sjónligt við veljarakanningum og øllum, at Aksel má taka seg um reiggj nú ella geva fakkulin víðari.

- Hann er eitt sindur...bara tannleysur.

[object Object]
Elisa Vang setur stór spurnartekin við løgmann - eisini sum formann í Javnaðarflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Samanborin við Biden

Jan Lamhauge legði heldur ikki fingarnar ímillum.

Journalisturin vísti á, at tað hevði eitt sindur av Joe Biden í byjanini yvir sær, tá Aksel V. Johannesen tók yvir fyri Kaj Leo Holm Johannesen á sinni:  Á ein hátt var støðufesti aftur.

Ikki fyri at samanbera Kaj Leo ov nógv við Donald Trump, tí tað er kanska ljótt, men felagsnevnarin var serliga tað at leggja nógvar ymiskar hugsanir út á sosiala miðlar, skoytir Jan Lamhauge upp í. 

- Við tíðini er tað blivið eitt sindur ov nógv sum Biden, og hann er blivin eitt sindur sum Biden var - næstan líka ósjónligur sum hann var so líðandi í amerikinaska forsetaembætinum. Ofta um man møtir honum í løgtinginum, so tykist hann lata sum um, at hann sær okkurt í telefonini. Tað er sum um, at hann hevur billað sær inn, ella at onkur annar hevur billað honum inn, at man skal ansa eftir at siga nakað.

[object Object]
Joe Biden gjørdist meira og meira ósjónligir í hansara forsetatíð frá 2021 til 2024. Seinni er tað staðfest, at forsetin er álvarsliga sjúkur (Mynd: EPA)

Journalisturin vísir á, at tað er næstan vorið so, at man slett ikki hoyrir frá løgmanni í almenna rúminum: At Aksel V. Johannesen sum ikki heild ikki hevur nakrar viðmerkingar til í fjølmiðlum um aktiv evni í samfelagnum; til dømis um Russland.

Tað eru harvið ikki hissini skoðsmál, sum løgmaður fær, júst nú seinasta heila valskeiðið hjá hesi samgonguni fer í gongd. Joe Biden tykiskt javnan ørkymlaður og var minni og minni frammi. Tað er síðani komið fram, at Biden hevur eitt "aggresivt slag" av prostatakrabba.

Barbara Holm helt fyri, at tað kanska var at fara í so langt í samanberingini.

Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum vísti annars á, at at okkurt kann benda á, at Aksel V. Johannesen í stóran mun er samdur við Sjúrða Skaale i spurninginum um Gasa, og at hann ivast í Russlands-spurninginum: Tí annars hevði hann ikki verið so kúrrir um tað, sum nú.

Semja var um, at løgmanni, Javnaðarflokkinum og samgonguni tørvar eitt vinnaramál. Tað kann verða, at løgmaður "traðkar í karakter", og slær nevnan í borðið, sum hann hevur gjørt onkutíð áður, heldur Jóhann Lützen.

Jan Lamhauge og Elisa Vang halda fyri, at tað er sannlíkt at tað í Javnaðarflokkinum verður hugt uppá, um løgmaður skal skiftast út skjótt: Har hendir ov lítið, er niðurstøðan.

Til ber at lurta eftir poddvarpinum hjá Frihedsbrevet her - tað krevst eitt gjald/eitt hald

Dagført: 13.16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder