Innanlands

- Løgið at tað tók samgonguni næstan trý ár at finna útav hesum

Andstøðulimir harta løgmann fyri at hava havt níggu aðalráð og fyri at tvíhalda um, at hetta ikki var dýrari enn áður: - Nú kann man brádliga spara 20 milliónir

2025-11-04 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annar ófráboðaði spurningurin í Løgtinginum í dag var frá Beini Johannesen. Formaður Fólkafloksins spurdi pápabeiggjan og løgmann, Aksel V. Johannesen um fyrsta tilmæli hjá nýskipanarbólkinum.

Les alt tilmælið frá nýskipanarnevndini her

Les meira: Hámark fyri landsstýrisfólk skal ásetast

Tey snúgva seg serliga um at skerja talið av aðalráðum niður. Tað hevur ongantíð verið so høgt sum nú - níggju.

Nýskipanarbólkurin ætlar, at tað skal niður á seks, og at tað skal vera soleiðis fast. Hetta fyrra fer í øllum førum at gerast veruleiki nú. 

Eitt, sum atfinningar hava verið um, er, at fleiri landsstýrisessir fyrst og fremst verða nýttir til at fáa eina kabal at ganga upp til samgongusamráðingar. Heldur enn tað gevur best møguligu meining.

Nú er talan um 140 ársverk í aðaverkunum, sum kosta 155 milliónir krónur - og tá verða sjálvi landsstýrisfólkini ikki tald við.

[object Object]

- Nú kann man brádliga spara 20 milliónir krónur

Beinir Johannesen vildi vita, hví tað júst er nú, at okkurt verður gjørt við hetta - og hví løgmaður og hinir ikki sóu trupulleikan við samgongusamráðingarnar í desember 2022.

Jørgen Niclasen og aðrir andstøðulimir vístu eisini á, at samgongan hevði tvíhilidið um, at hetta ikki var dýrari nú.

- Men nú finnur man brádliga útav, at har eru 20 millióinir krónur at spara. Tað tykist løgið, vísir Jørgen Niclasen á.

Aksel V. Johannesen svaraði ikki beinleiðis uppá, hví man í næstan trý ár nú hevur havt trý aðalráð, og hví man ikki hevur tosað um sparingar her áðrenn. Men løgmaður legði dent á, at tað nú er tað rætta at lurta eftir bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder