Uttanlands

– Láturligt at Elon Musk hevur stovnað nýggjan flokk

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at Musk hevur boðað frá, at hann hevur stovnað flokkin America Party

Ríkmaðurin Elon Musk saman við ameirkanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Ríkmaðurin Elon Musk saman við ameirkanska forsetanum, Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-07-07 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er láturligt, at ríkmaðurin Elon Musk er farin í holt við at stovna ein nýggjan politiskan flokk í USA, heldur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Eg haldi, at tað er láturligt at stovna ein triðja flokk, segði forsetin við journalistar, tá hann var á veg umborð á forsetaflogfarið, Air Force One í gjárkvøldið sambært Ritzau.

– Hann kann hugna sær við tí, men eg haldi, at tað er láturligt.

Tað var leygarkvøldið, at Musk, sum fyrr hevur stuðlað amerikanska forsetanum, boðaði frá á sínum egna sosiala miðli, X, at hann hevði stovnað flokkin America Party.

Les eisini: Elon Musk stovnað nýggjan politiskan flokk

Hann hevði frammaundan hótt við at gera júst hetta, um Trump fekk samtykt stóra lógarpakkan, sum hann nevnir "Big Beautiful Bill", og lógin varð samtykt og undirskrivað í farnu viku.

Les eisini: Trump undirskrivað stóran lógarpakka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder