Innanlands

– Landssjúkrahúsið er betri fyrireikað nú

Landssjúkrahúsið er munandi betri fyrireikaði at taka ímóti koronasjúklingum enn tá smittan fyrst breyt út í vár, sigur sjúkrahússtjórin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-07-25 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Landssjúkrahúsinum eru tey munandi betri fyrireikaði at taka ímóti koronasjúklingum enn tey vóru, tá smittan fyrst breyt út í Føroyum á grækarismessu, og sostatt kunnu fólk kenna seg trygg.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri við Útvarpið.

– Vit hava verndarútgerð, vit hava tólini og vit hava vant nógv fólk til akkurát hesar støðurnar her.

Landssjúkrahúsið hevur eina tilbúgving alt eftir, hvussu nógvir sjúklingar eru staðfestir positivir í Føroyum, og millum fimm og sjey stovur verða gjørdar klárar.

Í gjár vórðu tveir sjómenn frá russiska trolaranum AK-0749 Karelia innlagdir á Landssjúkrahúsinum.

Tann fyrri varð fluttur av Klaksvíkar sjúkrahúsi seinnapartin eftir at hann varð staðfestur smittaður við korona. Tann seinni varð fluttur beinleiðis á Landssjúkrahúsið í gjárkvøldið eftir at hava víst sjúkueyðkenni. Enn er ikki váttað, um talan er um korona í báðum førum.

Les eisini: Enn ein russiskur sjómaður innlagdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder