Innanlands

– Krøvini til próvtøkurnar mugu hava fyrilit fyri hesum veruleikanum

Við umstøðunum undir koronu er óhugsandi, at lærarar og næmingar hava givið og tikið til sín neyðugu frálæraruna, og tí verður neyðugt at tillaga krøvini til próvtøkurnar í summar, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum við Skúlablaðið

(Savsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-21 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Krøvini til próvtøkurnar hjá skúlanæmingum mugu hava fyrilit fyri koronustøðuni. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum við Skúlablaðið.

– Umstøðurnar, sum koronafarsóttin hevur sett lærarar og næmingar í, hava verið so ógvisligar, at óhugsandi er, at hesir hava megnað ávikavist at geva og at taka til sín neyðugu og kravdu frálæruna. Krøvini til próvtøkurnar í summar mugu hava fyrlit fyri hesum veruleikanum, sigur landsstýrismaðurin.

– Umsitingin er fult greið yvir serstøku trupulleikarnar og er longu miðvíst í gongd við, saman við umboðum fyri skúlarnar, Undirvísingarstýrinum, Námi og øðrum at finna skilagóðar og hjálpandi loysnir til næmingarnar, sigur Jenis av Rana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder