Innanlands

- Kringvarp Føroya sensurerar Sjálvstýri

Sjálvstýri, ið ikki hevur havt nakran tingsess hetta valskeiðið, var ikki umboðað til formansumfarið í gjár. - Óvirðiligt, óhóskandi og eigur ikki at koma fyri í einum demokratiskum samfelag, skrivar flokkurin

Sámal Petur i Grund var ikki boðin í sjónvarpsstovuna í Sortudýki - formaður Sjálvstýrisins var tó í útvarpstíðindunum stutt áðrenn, har hann slapp at leggja onkrar politiskar ætlanir fram (Mynd: Sjálvstýri)

Sámal Petur i Grund var ikki boðin í sjónvarpsstovuna í Sortudýki - formaður Sjálvstýrisins var tó í útvarpstíðindunum stutt áðrenn, har hann slapp at leggja onkrar politiskar ætlanir fram (Mynd: Sjálvstýri)

2026-02-26 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Í kvøld var vóru allir flokkar umboðaðir í orðaskifti í Kringvarpinum, uttan Sjálvstýri. Hetta hendir hóast val er útskrivað.

Soleiðis skrivaði flokkurin á Facebook-síðu í gjárkvøldið við mynd av og tilsipan til fyrsta forfólkaumfarið í hesum valstríðum.

Sí eisini: Forfólkaumfar í KVF nakrar tímar eftir boðini um nýval

Sjálvstýrið kom ikki upp um tinggáttina í 2022 men fer at stilla upp til valið 26. mars. Tí er tað fallið teimum í flokkinum fyri bróstið, at Sámal Petur í Grund, formaður ikki var bjóðaður í sjónvapsstovuna.

- Óvirðiligt, óhóskandi og eigur ikki at koma fyri í einum demokratiskum samfelag verður víst á.

Hóast hetta, og hóast Sjálvstýrið heldur uppá at "Kringvarp Føroyar sensurerar Sjálvstýri í øllum almennum politiskum orðaskiftum", so var Sámal Petur i Grund í útvarpstíðindunum klokkan 18 í gjár, har Sjálvstýrisformaðurin segði, at "Sjálvstýri er til reiðar til løgtingsvalið".

Hoyr samrøðuna her

So er spurningurin, um Sjálvstýri verður at síggja til onnur forfólkaumfari og til politiska kjaksendingar í KVF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder