Innanlands

– Klári ikki at sita uttanfyri og hyggja at

Hervør Pálsdóttir, sum fór í barnsburðarfarloyvi 28. august, verður í komandi viku aftur í tinginum fyri at leggja málið um fosturtøku fram, og verður hon í tinginum, til málið er avgreitt

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-21 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin í komandi viku verður uppskot um at broyta fosturtøkulógina aftur lagt fyri tingið, og í hesum sambandi tekur Hervør Pálsdóttir, sum fór í barnsburðarfarloyvi 28. august, aftur sæti á tingi fyri Tjóðveldi.

Hon fer at leggja málið um fosturtøku fram saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum,og Karlot Hergeirsson úr Framsókn.

– Hetta málið hevur fylt so nógv í mínum politiska lívi, og eg klári tí ikki at sita uttanfyri og hyggja at uttan ávirkan, skrivar hon í dagføring á Facebook.

– Eg vil vera við til at ávirka, til at viðgera málið í rættarnevndini, har eg eri forkvinna, og eg vil gera mítt til at málið hesaferð verður samtykt, skrivar hon og leggur afturat, at hon verður í tinginum, til málið er avgreitt.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum legði í fjør uppskot fram um at broyta fosturtøkulógina, men málið fall við 2. viðgerð við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder