Uttanlands

– Kjarnorkuvápn tryggja framtíðina hjá Norðurkorea

Norðurkora hevur ment kjarnorkuvápn fyri at kunna verja seg og steðga einum nýggjum stríði, sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Savnsmynd)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Savnsmynd)

2020-07-28 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har verður ongantíð kríggj í Norðurkorea aftur, tí at landið hevur kjarnorkuvápn at verja seg, sigur landsins leiðari, Kim Jong-un sambært norðurkoreanska miðlinum KCNA.

Hendan útsøgnin kemur í sambandi við 67 ára hátíðarhaldinum fyri endanum av Koreakrígnum 27. juli.

Í røðu sínari undirstrikaði Kim Jong-un, at Norðurkorea hevur ment kjarnorkuvápn fyri at kunna verja seg og fáa "absoluttan megi" til at steðga einum nýggjum vápnaðum stríði.

– Nú eru vit før fyri at verja okkum sjálvi móti øllum slagi av trýsti og hernaðarligum hóttanum frá imperialistum og fremmandum herliðum, sigur norðurkoreanski leiðarin. Hetta er orsakað av teirra "munagóðu kjarnorku-ræðuvápnum", sigur hann.

– Har verður ikki longur kríggj, og trygdin og framtíðin hjá landi okkara er tryggjað í allar ævir.

Norðurkorea og USA hava annars verið til samráðingar um eina avvápnan av koreansku hálvoynni, men samráðingarnar eru langtsíðani uppsteðgaðar.

[object Object]Fyrstu ferð Kim Jong-un og Donald Trump hittust á søguligum toppfundi fyri tveimum árum síðani

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og Kim Jong-un hittust fyri fyrstu ferð í Singapore í 2018. Hesin fundurin gav tá vón um, at tað bar til at steðga einari møguligari kjarnorkuhóttan úr Norðurkorea. Men einki kom burturúr teirra næsta fundi í Vietnam árið eftir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder