placeholder
Uttanlands

– Ivasamt um hann hevði umvent seg til islam

Norska løgreglan sigur seg nú ivast í, at maðurin, sum framdi álopið í Kongsberg, veruliga hevði umvent seg til islamiska trúgv, og í staðin verður mett, at tað eru sálarligar trupulleikar, sum vóru orsøkin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-17 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áður hevur verið fráboðað, at 37 ára gamli maðurin, sum mikudagin skeyt og drap fimm fólk í norska býnum Kongsberg, hevði umvent seg til islamiska trúgv, men hesum ivast løgreglan nú í. Tað upplýsti norska løgreglan á tíðindafundi í gjár.

37 ára gamli maðurin skal sjálvur hava sagt, at hann hevði umvent seg til islam, og løgreglan hevur eisini fingið fleiri upplýsingar um, at hann m.a. hevur havt samband við radikaliserað umhvørvi.

Men fyribilskanningar benda nú á, at maðurin ikki hevur verið seriøsur viðvíkjandi hesum, av tí at hann ikki hevur fylgt tær siðvenjur, sum eru vanligar innan islam.

Í staðin verður nú mett meira sannlíkt, at tað eru sálarligar trupulleikar, sum eru orsøkin til, at maðurin framdi álopið mikudagin, skrivar TV2.

Fríggjadagin varð avgerð tikin um at varðhaldsfongsla skuldsetta mannin í fýra vikur. Hann er avhoyrdur tríggjar ferðir, og er hann í løtuni afturlatnum stovni, har hann, sambært løgregluni hevur fingið tað verri, og tí ber ikki til at avhoyra hann meira í løtuni, upplýsir løgreglan.

Nú verður hugt nærri at fortíðini hjá manninum, og hvat samband hann hevur havt við løgregluna, heilsuverkið ella psykiatriina, og ein mentalkanning skal gerast, verður upplýst sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder