Iran hevur játtað ikki at ogna sær kjarnorkuvápn, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í samrøðu í podvarpinum "Pod Force One" sambært tíðindastovuni Reuters.
Trump sigur eisini, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei er partur av samráðingunum við USA um at fáa ein enda á krígnum í Iran.
Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at hann helst sjálvur fer at hitta leiðaran í Iran.
USA og Ísrael hava lagt Iran undir at royna at menna kjarnorkuvápn, men Iran hevur tvíhildið um, at iranska kjarnorkuætlanin bert hevur friðarlig endamál.
Hesar skuldsetingar vóru orsøkin til, at USA og Ísrael í fjør lupu á iransk kjarnorkuverk í juni í fjør, og undan núverandi krígnum, sum byrjaði við álopinum á Iran 28. februar, hevur Trump ávarað um, at Iran arbeiddi við at byggja kjarnorkuætlanina uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald