2020-02-14 11:58
Illveðrið í dag hevur bæði órógvað flogferðsluna og Strandferðsluna, og klokkan gott hálvgum 11 fyrrapartin var tað eisini orsøkin til, at ein bingja, sum stóð á bryggjuni í Havn, fór á sjógv.
Tað gekk tó skjótt at fáa tamarhald á binguni og at fáa hana á land aftur.
Hetta er ikki nakað, sum tey á Tórshavnar Havn uppliva ofta, og hjá Faroe Ship, ið eigur bingjuna, er hetta eisini heldur sjáldsamt. Lagt verður afturat, at eingin skaði stóðst av hendingini.
(Upptøka: Nudlavirkið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald