Innanlands

– Hugstoytt at byrja samráðingarnar við ætlan um at økja skeivleikan aftur

Enn er langt á mál til eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd, sigur forkvinnan í fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ikki heldur, at lønarsamráðingarnar hava verið virðiligar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-18 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fíggjarmálaráðið hevur boðið sjúkrarøktarfrøðingunum 0 prosent í lønarhækking, og tað er hugstoytt, at ráðið byrjar samráðingarnar á hendan hátt, heldur Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava lýst við verkfalli frá mánadegnum.

Hetta váttar Fíggjarmálaráðið eisini í tíðindaskrivi, sum varð sent út fríggjadagin.

Frágreiðingin er, at sjúkrarøktarfrøðingar fingu munandi meira enn hini fakfeløgini, seinast lønarsamráðingar vóru á skránni.

Sjúkrarøktarfrøðingar fóru eisini í verkfall fyri trimum árum síðani, og hetta var fyri at rætta søguliga skeivleikan í lønarlagnum, sigur forkvinnan í skrivi.

Hon sigur, at semjan í 2017 var eitt stig á vegnum, men at enn er langt á mál til eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. 

– Tí var tað hugstoytt, at Fíggjarmálaráðið byrjaði samráðingarnar hesaferð við ætlan um at økja skeivleikan aftur.

– Tað er júst hetta, ið skilir partarnar. Tí hóast Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg nakað, so er grundstøðið enn tað sama, at man ikki ynskir at rætta skeivleikan, men heldur økja hann.

Óluva í Gong heldur ikki, at samráðingarnar hava verið virðiligar. Undir samráðingunum vildu tey t.d. einans bjóða sjúkrarøktarfrøðingunum at fáa rætt til døgurðasteðg afturfyri at skerja verkfallsrættin, sigur hon.

Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í, sigur forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

– Við stóra manglinum á sjúkrarøktarfrøðingum er hetta ikki bert ein trupulleiki hjá okkara limum, men ein trupulleiki hjá øllum føroyingum. Vit krevja, at okkara starv verður virt í mun til okkara útbúgvingarstøði og ábyrgd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder