
Sum partur av veitslukvøldinum á Hotel Føroyum helt Fríðrikur kongur eina røðu fyri teimum umleið 190 innbodnu gestunum.
Til ber at lesa alla røðuna HER
Hansara hátign byrjaði við at hugleiða um, tá hann sum 10-ára gamla fyri fyrstu vitjaði Føroyar. Hetta var í 1978 saman við beiggja sínum og foreldrunum - í føroyskum klæðum.
- Tað setur seg veruliga at vitja her - Føroyar seta seg veruliga í ein. Tí hugsi eg, at hini trý børnini hjá okkum munnu øvunda Josefinu nú. Føroyar eru partur av kongaríkinum men eisini sítt heilt egna.
Kongur og drotning saman við yngru dóttir sínari - tí einasta av teimum fýra børnunum, sum er við her (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir her: - Hava savnast um tey kongaligu í Havnini
Kongurin tosaði eisini um sterku bondini, sum knýta londini saman, og takkaði hansara hátign fyri hjartaligu móttøkuna í dag.
- Havið gevur og havið tekur. Nátúran gevur, og nátúran tekur. At liva við náði tess ger, at ein nátúrliga livir í eyðmýkt.
Tað fyrsta av setninginum omanfyri segði Fríðrikur kongur á bronglutum føroyskum. "Útróður" varð eisini nendur í hesum samanhanginum.
Tað er umráðandi fyri okkum sum kongshjún at vera her, staðfesti kongurin og vísti eisini á, at bíðitíðin hevur verið long vegna útsettu ferðina (vegna verkfallið í fjør)
Seinnapartin varð vitjað við Tjarnir og í røðu síni nýtti Fríðrikur kongur eisini nakað av tíð at tosa um savnandi megina og flottu úrslitini í hondbóltini - hansara hátign nýtti eiisni høvi at ynskja landsliðnum "góða eydnu" til endaspølini í vetur.
Sí eisini: - Vit hugsa um hvussu man kann gerast heimsmeistari
Til seinast varð skála fyri "sterka bandinum, ljósu framtíðini og kongaríkinum Danmark".
Les alla røðina hjá kongi á Hotel Føroyum HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald