Innanlands

– Hevur sum heild verið friðarligt

Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, og eitt harðskapsmál hevur verið í Norðurøkinum, men annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-28 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni.

Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, og eitt harðskapsmál hevur verið í Norðurøkinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey fáa ikki úttalað seg um málið í løtuni, tí tey eru í ferð við at gera kanningar.

Í gjár var stóra Pride-skrúðgongan í høvuðsstaðnum, men løgreglan hevur einki havt at gjørt í hesum sambandi, leggur vakthavandi afturat.

– Sum heild hevur tað verið friðarligt, og vónandi verður restin av ólavsøkuni eins friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder