- Eg haldi, at man skal gera alt fyri, at so nógv børn verða fødd sum møguligt í Føroyum.
Hetta staðfesti Henrik Old til seinast í sínari røðu í viðgerðini av fosturtøkulógini.
78-ára gamli tingmaðurin, sum leingi virkaði sum skipari, staðfesti, at børn og fólk annars í so mongum støðum hava so nógv verri umstøður enn í Føroyum. Hetta hevur Henrik Old sjálvur upplivað á sinum ferðum, og varð hann heldur rørdur, tá komið var inn aftur.
- Tað munnu ikki vera nógv ting, sum eru betri enn at vakna í Føroyum og vera frískur.
Javnaðartingmaðurin viðurkennir, at tað kunnu vera truplar støður, men at man skal hugsa um barnið og møguleikarnar.
Henrik Old er í Rættarnevndini og hevur gjørt eitt minnilutauppskot, sum er nógv øðrvísi enn tað hjá uppskotsstillarunum.
Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru fyri fyrrapartin, gjørdi royndi Javnaðaraðurin púra greitt, at hann var ógvuliga ónøgdur við framferðaháttinum hjá egna flokki. Hetta í sambandi við at Aksel V. Johannesen hevur loyst Súsonnu Bertholdsen úr landsstýrisessinum, tí hon skal á løgting at atkvøða fyri:
- Eg ei ikki við í hesari korruptiónini, staðfestir Henrik Old og skýtur harvið hart eftir egna flokki.
Sí eisini: Eidesgaard: Hetta er avtalað spæl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald