Innanlands

– Hetta líkist ongum

Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum er ikki fegin um, at Fólkatingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-06 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir

– Hetta líkist ongum.

Soleiðis sigur Sirið Steberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, eftir at Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin hevur boðað frá, at Fólkatingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar, sum skulu vera í Føroyum í 2027.

Í dagføring á Facebook vísir hon á, at Løgtingið hevur játtað upphæddina, sum leikirnar sigast at kosta, og hevur hetta einki við Fólkatingið at gera.

– Oyggjaleikir, og mentanarpolitikkur, hevur onki við fólkatingið at gera. At føroysk fólkatingsumboð reypa av hesum er skammuligt, sigur hon.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu er heldur ikki fegin up tíðindini og kallar tað "ein national skomm".

– Táið vit bjóðaðu okkum fram sum vertir til Oyggjaleikirnar í 2027, var fíggingin tá ikki komin í rættlag? Ella høvdu vit roknað við at eitt fremmant parlament, ein fremmandur ríkiskassi, skuldi taka um endan? spyr hann á Facebook.

Sirið Stenberg sigur í samrøðu við Kringvarpið, at tað er danska mentamálaráðið, sum hevur játtað peningin til Oyggjaleikirnar, og er, sum skilst, eingin umbøn um hetta komin úr Føroyum.

Les eisini: Fólkatingið játtar 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald