
Tá amerikanski forsetin, Donald Trump og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hittust í september, bað Zelenskyj sambært fleiri keldum Trump um Tomahawk-rakettir at brúka móti Russlandi, og ganaga amerikanarar hesa umbøn á møti, fer tað at oyðileggja sambandið millum Russland og USA.
Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin sambært tíðindastovuni Reuters.
Tomahawk-rakettir eru langtberandi rakettir, sum kunnu røkka málum, sum eru yvir 2.000 kilometrar burtur. Fáa ukrainar hendur á tær, kunnu teir raka russiska høvuðsstaðin Moskva.
Tað er ógreitt, um amerikanarar hava játtað at geva ukrainum Tomahawk-rakettir, men amerikanski varaforsetin, J.D. Vance segði í september, at USA umhugsaði umbønina hjá Ukraina.
– Hetta fer at oyðileggja sambandið ella í øllum førum ta góðu gondina, vit hava sæð í viðurskiftunum okkara millum, sigur Putin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald