Fyrrapartin í gjár varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og har vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt á vegastrekkinum við Norðskála og Brúnna um Streymin.
Hetta er eitt vegastrekki, har ferðin er niðursett til 60 kilometrar um tíman, men nógvir bilførarar gloyma hetta, og í gjár endaði tað við, at tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tríggir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum.
Teir, sum fingu treytaða frádøming, koyrdu beint omanfyri 80 kilometrar um tíman, og teir, sum fingu klipp koyrdu beint undir 80 kilometrar um tíman, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum minnir á at halda niðursettu hámarksferðina.
Løgreglan var eisini á Fuglafjarðarvegnum, og har fekk ein bilførari klipp fyri at koyra millum 101 og 110 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald