Innanlands

-Havnin er klár til UArctic-kongressina í 2026

Føroyar verða vertur fyri UArctic-kongressini næsta ár, har millum 600–1000 altjóða luttakarar frá universitetum, felagsskapum og vinnulívi við áhuga fyri Arktis verða bodnir við 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur m.a., at høvuðsstaðurin er væl á veg til at gerast ein vitanardrivin býur, og at Havnin er klár til at hýsa risastóru kongressini

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur m.a., at høvuðsstaðurin er væl á veg til at gerast ein vitanardrivin býur, og at Havnin er klár til at hýsa risastóru kongressini

2025-05-10 18:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Stóra tiltakið verður skipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Føroya Landsstýri og Havstovuna, og talan er um eitt risalop fyri føroyska granskingar- og útbúgvingarsamfelagið.

- Hóast vit eru eitt lítið land, so eru vit før fyri at skipa fyri einum tiltaki í hesi støddini, leggja fram viðkomandi gransking og vísa á tað serstaka við avbyrgdum samfeløgum, sigur Anna Sofía Lava, samskipari í Granskingar- og framtakseindini á Setrinum. Hon stendur á odda fyri fyrireikingarbólkinum í Føroyum - og nógv er at fyrireika, áðrenn tiltakið verður.

At vera vertur fyri hesari stóru kongressini er eitt vegamót fyri Føroyar. Landið verður sjónligari akademiskt og kanska eisini meira lokkandi, tá tað snýr seg um granskingarstuðul. Og so styrkir hetta eisini um altjóða samstarvið, sum er neyðugt. Føroyar verða settar á kortið sum eitt livandi dømi um arktiskar avbjóðingar og loysnir, og so mennist leikluturin hjá Føroyum í altjóða gransking samstundis.

Bergur Djurhuus Hansen er dekanur á Føroyamálsdeildini, og hann leggur dent á tey sambond, sum kunnu knýtast við hesum tiltakinum.

- Kongressin fer at vísa, at vit í Føroyum eru virkin partur av arktiskari gransking á altjóða stigi, har gransking og politikkur renna saman í hesum tíðarskeiðinum, har so stórar avbjóðingar eru av veðurlagsbroytingum, sigur hann m.a.

Magni Mohr, sum er prorektari fyri gransking og framtak á Setrinum, er eisini ivaleysur í, at kongressin fer at gera mun fyri Fróðskaparsetrið.

- Ja, hetta fer at stimbra akademiska umhvørvið í Føroyum og menna samstørv hjá okkum á Setrinum við umheimin og harvið kanska eisini geva okkum altjóða viðurkenning. Okkara ungu granskarar fáa somuleiðis eitt fínt høvi til at mennast fakliga og koma upp í nýggj samstørv, sigur hann .

Og fyri Havnina sum vertsbý fær hetta risastóra tiltakið eisini ávirkan. Havnin skal mennast sum universitetsbýur, og kommunan satsar eisini upp á burðardygga menning og nýskapan og vil draga til sín altjóða ráðstevnur sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

- At hýsa UArctic-kongressini styrkir leiklutin hjá Havnini sum ein miðdepil fyri arktiska burðardygd og nýskapan. Styrktu samstørvini millum føroyskar og altjóða serfrøðingar fer eisini at hava við sær framstig, tá tað ræður um mótstøðuføri og veðurlagsbroytingar, varandi orku og umhvørvisvernd. - Samstundis eru stórir menningarmøguleikar, tí undirvísingarstovnar, vinnulív og nýskaparar luttaka, sigur borgarstjórin og leggur aftrat, at Havnin er væl á veg til at gerast ein vitanardrivin býur við tøttum altjóða samstørvum.

- Haraftrat eru vit púra klár til at hýsa einum tiltaki í hesi støddini. Nýggja marghøllin Við Tjarnir hevur óførar umstøður, og býurin hevur dygdargóða matmentan, mentanartilboð og gott infrakervi. Og við okkara royndu fólkum eru vit væl fyrireikað at taka ímóti, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

 Hendan greinin stendur í nýggju útgávuni hjá UArctic-samstarvinum.

Tíðarritið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder