Mentan

– Havi tað altíð gott tá eg havi dyppað á sjónum

Kitty May Ellefsen hevur skrivað bókina "Leyp á bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu", ið snýr seg um sjódypping, og hvussu tað ávirkar teg

(Mynd: Rannvá Joensen)

(Mynd: Rannvá Joensen)

2020-11-16 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað kenst gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast, sigur Kitty May Ellefsen, sum fríggjadagin gav út bókina “Leyp á bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu”.

Nýggja bókin snýr sum eg um eitt fyribrigdi, sum als ikki er nýtt, men sum er vorðið sera væl umtókt millum føroyingar seinastu árini – sjódypping.

Kitty May er sera áhugað í sjódypping, og hevur hon sjálv dyppað nærum hvønn dag í hálvt triðja ár.

– Ein vinkona bað meg koma við sær at dyppa, eg fór, og tað var so gott. Eg bleiv bitin av tí beinanvegin, sigur Kitty May.

[object Object](Mynd: Rannvá Joensen)

Kitty May Ellefsen, ið hevur tvær masterútbúgvingar í ávikavíst løgfrøði og positivari sálarfrøði, er sjálvstøðug vinnurekandi, og rekur m.a. fyritøkuna TravelMindful.

TravelMindful bjóðar fólki positiva sálarfrøði í føroysku náttúruni. Harímillum er sjóterapi ein partur av upplivingini, har arbeitt verður við sjálvtamarhaldi, úthaldni og dirvi, meðan svomið verður á sjónum.

Í byrjanini av hesum árinum hevði koronakreppan við sær, at landamørkini lótu aftur, og ferðafólkini hvurvu, og steðgaði virksemið hjá Kitty May sostatt eisini upp. Tað var tá, hon gjørdi av at skriva eina bók um sjódypping.

Umframt at Kitty May hevur leitað sær vitan um sjódypping frá granskingini, hevur hon eisini verið runt í Føroyum og prátað við fólk, ið dyppa á sjónum. Í bókini roynir hon at svara spurningum um, hvørjir fyrimunir eru við at dyppa, og hvørja ávirkan tað annars hevur.

– Eg havi tað altíð gott, tá eg havi dyppað á sjónum. Eg havi eitt óróligt lyndi, men tá eg dyppi tríggjar til fýra minuttir, fellir alt til ró. Tað er sum fái eg eitt elektriskt sjokk, og alt verður nullstillað. Tað er heilt fantastiskt, at náttúran kann klára at lekja meg hvønn dag uttan heilivág, men soleiðis kenni eg, at hon ger, sigur Kitty May.

[object Object]
Bókin varð givin út fríggjadagin 13. november

Sambært Kitty May eru nógv lekkur støð at dyppa í Føroyum. Serliga dámar henni væl at dyppa í Vágum, men eisini nevnir hon Tjørnuvík sum eitt sera gott stað. Summi dyppa um morgunin, onnur um kvøldið, og henni dámar best at dyppa seint seinnapartin ella um kvøldið.

– Mín kroppur vaknar spakuliga um morgunin, og tað skal hann hava loyvi at gera, sigur hon, og leggur afturat, at hon heldur nú vera eitt gott tíðspunkt hjá fólki at byrja at dyppa, tí sjógvurin er enn heitur aftaná summarið.

“Leyp á Bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu” er triðja bókin hjá Kitty May Ellefsen. Áður hevur hon givið út bøkurnar “Frá reyðvíni til Marathon” og “5 lyklar – hav ræði á tær sjálvum – ger restina av lívinum til tað besta í lívinum”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder