Jólaevangeliið eigur at minna kristin um, at tey hava skyldu at hjálpa fátækum og fremmandum, segði Leo pávi undir midnáttarmessuni í Pæturskirkjuni í Rom í nátt.
Sambært Leo páva vísir søgan um Jesus, sum varð føddur í einum fjósi, tí einki pláss var á gistingarhúsunum, at tað at venda fólki í neyð bakið er tað sama sum at venda Gudi bakið.
– Tað er ikki pláss fyri Gudi á jørðini, um tað ikki er pláss fyri menniskjanum, segði pávin.
Undir messuni siteraði Leo pávi eisini fyrrverandi pávan, Bænadikt 16., sum var harmur um, at heimurin ikki bar ótta fyri børnum, fátækum ella útlendingum.
– Meðan ein avskeplaður búskapur fær okkum at fara við menniskjum, sum vóru tey bert ein handilsvøra, gerst Gud sum vit og avdúkar óendaliga virðið hjá hvørjum einstakum persóni.
– Har tað er pláss fyri menniskjum, er pláss fyri Gudi. Sjálvt eitt fjós kann gerast meira heilagt enn eitt tempul.
Hetta var fyrsta jólamessan hjá núverandi pávanum, sum varð innsettur 18. mai, eftir at Frans pávi andaðist 2. páskadag, 21. apríl.
Umleið 6.000 fólk luttóku í messuni inni í Pæturskirkjuni. 5.000 fylgdu við á Pætursplássinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald