
– Hann varð brutalt myrdur, tí hann talaði fyri frælsi og rættvísi, fyri Gud, landi, og skynsemi.
Soleiðis segði amerikanski forsetin, Donald Trump m.a. undir minningarhaldinum, sum varð hildið fyri Charlie Kirk sunukvøldið.
31 ára gamli Charlie Kirk varð skotin til deyðis mikudagin í farnu viku, meðan hann helt røðu á einum tiltaki á Utah Valley universitetinum. 22 ára gamli Tyler Robinson er handtikin og skuldsettur fyri drápið.
Tíggjutúsundatals amerikanarar savnaðust í sambandi við minningarhaldið, sum varð hildið í statinum Arizona á fótbóltsvøllinum State Farm Stadium í Glendale, har pláss er fyri fliri enn 60.000 áskoðarum, skrivar Ritzau.
Í røðu sínari umrøddi Trump drápsmannin hjá Charlie Kirk sum eitt "víðgongt ódjór" uttan at nevna honum við navni.
– Eingin av okkum fer nakrantíð at gloyma Charlie Kirk, og tað fer søgan heldur ikki nú, segði Trump.
Eisini segði amerikanski forsetin, at Charlie Kirk ikki hataði mótstøðufólk síni og ynskti hann teimum alt tað besta.
– Tað er har, eg eri ósamdur við Charlie Kirk. Eg hati mótstøðufólk míni, og eg ynski teimum ikki tað besta, segði hann.
Áðrenn Trump trein á pallin, tosaði einkja Charlie Kirk, Erika Kirk við áskoðararnar.
Hon segði, at hon fyrigevur drápsmanninum og siteraði orðini hjá Jesusi úr Evangeliinum eftir Lukasi: "Faðir, fyrigev teimum; tí teir vita ikki, hvat teir gera".
Erika Kirk er útnevnd til stjóri í konservativa studentarørsluni Turning Point USA, sum Charlie Kirk var við til at stovna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald