placeholder
Uttanlands

– Forsetin er væl fyri

Læknin hjá Trump sigur, at bæði Donald og Melania Trump eru væl fyri, og at Trump verður væntandi førur fyri at arbeiða, meðan hann er avbyrgdur

Donald og Melania Trump (Mynd: EPA)

Donald og Melania Trump (Mynd: EPA)

2020-10-02 08:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Forestin og forsetafrúan eru væl fyri í løtuni, og tey ætla at verða verandi heima í Hvítu Húsunum, meðan tey koma fyri seg, skrivar læknin hjá Donald Trump, Sean Conley, eftir at boð eru komin um, at amerikanska forsetaparið hava fingið staðfest korona.

Les eisini: Trump fingið staðfest korona

Sean Conley sigur, at hann væntar, at Trump enn er førur fyri at gera sítt arbeiði. Upplýst verður ikki, um hann hevur nøkur sjúkueyðkenni, men sambært Ritzau høvdu fólk lagt til merkis, at Trump var eitt sindur hásur hósdagin.

Donald og Melania Trump eru nú í sóttarhaldi í Hvítu Húsunum. Hvussu leingi forsetin ætlar at verða avbyrgdur er ikki upplýst, men Trump hevur longu avlýst ein veljarafund í Florida.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder