Úrslitið av veljarakanningini, sum Kringvarpið hevur almannakunngjørt í dag, gevur eina øgiliga sterka ábenging um, at fólkið ynskir broyting.
Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum í samrøðu við Kringvarpið.
Sambært nýggjastu kanningini fær Fólkaflokkurin undirtøku frá 35,6 prosent av veljarunum, og tað gevur flokkinum heilar 12 tingsessir, sum er tað hægsta í einari veljarakanning hetta valskeiðið.
Les eisini: Veljarakanning: Fólkaflokkurin fer upp á tólv
– Hetta er ein øgiliga sterk ábending um, at fólkið ynskir broyting, og at fólkið ynskir Fólkaflokkin, (...) so mann er bara takksamur fyri ta undirtøkuna, mann fær í einari tílíkari veljarakanning.
Í mun til seinasta val í 2022 hevur Fólkaflokkurin eina framgongd á 16,7 prosentstig. Val skal vera í seinasta lagi 8. desember 2026, men Aksel V. Johannesen løgmaður hevur boðað frá, at val helst verður áðrenn tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald