Uttanlands

– Fleiri evropeisk herfólk í Grønlandi broytir ikki ætlanirnar hjá Trump

Átta evropeisk lond hava sent herfólk til Grønlands, men tað fær helst onga ávirkan á ætlanirna rhjá amerikanska forsetanum um at yvirtaka Grønland, siga Hvítu Húsini

Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2026-01-17 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan USA heldur fast við ætlanunum at at yvirtaka Grønland, hava fleiri evropeisk lond sent herfólk til Grønlands.

Talan er um Svøríki, Noreg, Týskland, Stórabretland, Frakland, Niðurlond, Finnland, og Belgia.

Herfólkini skulu eftir ætlan luttaka í hernaðarvenjingini "Operation Arctic Endurance", sum m.a. hevur til endamáls at venja herfólk í at virka undir serligum arktiskum umstøðum.

At Evropa sendir herfólk til Grønlands fer tó helst ikki at broyta ætlanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump viðvíkjandi Grønlandi.

Tað segði Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum á tíðindafundi í vikuni.

– Tað ávirkar heldur ikki hansara mál um at fáa Grønland yvirhøvur. Hann vil hava, at USA fær sær Grønland, segði hon.

Les eisini: – Harmiligt at mann ikki kann líta á USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder