Innanlands

- Ferðasambandið til Bíggjar og Gásadals als ikki nøktandi

Eingin bussur hevur koyrt til Bíggjar ella Gásadals í fleiri ár, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu

2019-02-15 13:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Feðasambandið til Bíggjar og Gásadals er als ikki nøktandi, nú eingin bussur hjá bygdaleiðum hevur koyrt har í fleiri ár. Hetta heldur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sum heitir á Samferðslumálaráðið og landsstýrismannin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, um at bøta um ferðasambandið í kommununi.

Aimé Jacobsen sigur, at skúlaungdómurin í bygdini skal bíða leingi í Havn eftir loknan skúladag áðrenn tey koma heim, og at hóast nærum 100 fólk búgva í bygdunum, og nærum øll útlendsk ferðafólk vilja síggja Tindhólm og Múlafoss, so hevur eingin bussur koyrt har í fleiri ár.

- Skulu vit fyrireika okkum til eina vaksandi ferðavinnu og hugsa burðardygd, so eiga vit at tryggja, at samferðslan er ein veruligur valmøguleiki afturat leigubilum og –bussum, skrivar borgarstjórin á heimasíðuni hjá kommununi.

Sørvágs kommuna heitir tí á landsstýrismannin at hugsað verður um hesi viðurskifti, og at øki hjá kommununi verður tikið við í ætlanina, tá ið nýggj summarferðaætlanin kemur í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder