Mentan

- Fáið trøllini út í sólina

-Vit høvdu blasfemilógir í gomlum døgum, og tað tók fleiri hundrað ár at sleppa av við tær. Nú byrja vit at gera nýggjar blasfemilógir, og problemið við tí er, at tað fer at vera ein glíðibreyt til tað, at man kemur at avmarka talufrælsi meira enn gott er. Ein almennur stovnur, sum skal sleppa at avgera, hvat fólk skulu siga og hugsa er tann vissi vegurin til totalitarismu.

Ben Arabo við fyrstu bók síni, stuttsøgusavnið

Ben Arabo við fyrstu bók síni, stuttsøgusavnið "Tíðarhylkið", við 11 søgum. Sprotin gevur út. Mynd Jan Müller

2023-04-28 14:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesi orðini eigur Ben Arabo, sum júst hevur givið út stuttsøgusavn. Portalurin hitti Ben nú um dagarnar fyri at umrøða hansara fyrstu bók, sum er útkomin á forlagnum Sprotanum. 

[object Object]

-Hvussu ber tað til, at tú er farin at skriva stuttsøgur?

-Mær hevur altíð dámt væl at skriva, og eg havi altíð skrivað nógv í øðrum sambandi, til húsbrúk, røður oa. Undir korona fór eg í kvøldskúla í kreativari skriving hjá Jákup Boga Joensen, og tað gav mær eitt lítið sindur av blóð uppá tonnina. Og so var ein stuttsøgukapping í Runavík í 2021, har eg lat eina søgu inn, og hon fekk nokkso góða móttøku, og so lovaði eg konuni eftir nýggjár í fjør, at eg skuldi skriva eina stuttsøgu um mánaðin í 2022. Tað kláraði eg so ikki heilt men skrivaði 10 frá januar til januar. Hetta er so úrslitið av tí.

-Kann man siga, at hetta er byrjanin til nakað meira?

-Tað veit eg ikki. Hetta er jú nakað eg geri, tá eg ikki takist við nakað annað. Men mær dámar væl at skriva, og tað kann gott vera, at eg fari at skriva nakað meira.

-Eina skaldsøgu?

-Nei, ikki beint nú í hvussu so er. Tað havi eg ikki tíð til við tí arbeiði eg havi, og so kemur tað eisini ann uppá, hvussu hetta verður móttikið. Tað hevði verið stuttligt, um onkur tímdi at lesa hetta stuttsøgusavnið. So fáa vit at síggja.

Stuttsøgusavnið hjá Ben Arabo, sum forlagið Sprotin gevur út, varð fyrstu ferð umrøtt á Reinsaríinum í Havn  fyri viku síðani. Tá tosaði Sámal Soll við rithøvundan á tiltakinum «Orð og tónar». Aftaná tað tosaði Kinna Poulsen við Tórodd Poulsen um eitt nýtt yrkingasavn.

-Tú hevur valt at geva bókini heitið “Tíðarhylkið”. Hvat vil tú við tí?

-Tað er ein søga, sum ber tað heitið, og hon leggur so navn til savnið.

Um søgurnar kann man siga, at tær eru kanska eitt sindur daprar og kanska skemtiligar í støðum. Tær snúgva seg so um so um antihetjur tvs. persónar, sum ikki uppføra seg  júst sum okkara ideal eru.

-Kann man siga, at søgurnar lýsa nokk so væl persónin Ben Arabo, ella tað hann stendur fyri?

-Nei, men tær lýsa nokk nakað av tí eg havi lisið gjøgnum árini, og hvørji áhugamál eg havi, og hvat slag av skemti mær dámar. Eg havi lisið nógv og ferðast jørðina runt bókstaviliga sæð. Eg havi so sjálvandi nakrar rithøvundar, sum mær dámar væl. Eg havi kanska fingið íblástur frá onkrum teirra.

-Kanst tú siga nakað um boðskapin í hesum savninum?

-Nei, men tað er m.a. at sanna orðini hjá kenda Piet Hein um, at tann, sum tekur álvara bara fyri álvara og skemt bara fyri skemt, hevur skilt líka lítið av báðum. Vónandi eru søgurnar undirhaldandi, men vónandi er eisini okkurt, sum átti at fingið onkran at hugsa um hetta rákið við, at tað eru tey, sum hava ein sera stramman holdning til haturstalu og cancelkulturin. Tað síggi eg sum ein sera stóran vanda. Onkur søga handlar so um tað.

[object Object]

-Skal tað skiljast sum um, at tú er fyri haturstalu?

-Tað er nevniliga soleiðis sum tú ikki skal seta tað upp. Vit hava sum útgangsstøði talufrælsi. Tær avmarkingar, sum eru í dag fyri talufrælsi, snúgva seg um ærumeiðing og hóttanir. Men út yvir tað hevur tú talufrælsi.

Ben Arabo heldur sjálvur, at vit kunnu ikki hava ein almennan instans, sum bestemmar, hvat tú kann sleppa at siga og ikki og hvør skal sleppa undan at vera fornermaður.

-Vit høvdu blasfemilógir í gomlum døgum, og tað tók fleiri hundrað ár at sleppa av við tær. Nú byrja vit at gera nýggjar blasfemilógir, og problemið við tí er, at tað fer at vera ein glíðibreyt til tað, at man kemur at avmarka talufrælsi meira enn gott er. Ein almennur stovnur, sum skal sleppa at avgera, hvat fólk skulu siga og hugsa, er tann vissi vegurin til totalitarismu.

-Um vit taka kanska eitt tað besta ella feskasta dømið um í nýggjari tíð at skerja talufrælsi, so var tað helst avgerðin hjá Twitter at nokta fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump at skriva aftur á Twitter m.a. orsakað av hansara møguliga leikluti í álopinum á Kongressina og pástandinum um, at svikað varð við valúrslitinum. Hvat hugsar tú um tað?

-Tað hendi samstundis sum Taliban hevði eina Twitter konto. Tað er kanska uppaftur verri, at ein privatur instansur byrjar at sensurera holdningar og meiningar, enn um tað er ein almennur stovnur. Tað er sum norðmenn siga: man skal fáa trøllini út í sólina.

Tað er ikki ólógligt at hava ósympatisk sjónarmið, og tú kanst ikki fara og lóggeva um, hvat fólk skulu hugsa millum oyruni. Tað er tann vissi vegurin til totalitarismu og til at sanna allar konspiratiónirteoretikarar í heiminum, um  tað almenna skal sleppa at definera, hvat fólk skulu sleppa at siga og halda.

-Heldur tú tá at tað var skeivt av Twitter at nokta Trump at vera á Twitter eftir hansara mongu konspiratiónsteoriir.

-Persónliga haldi eg tað, tí tá ger tú hann til ein martyr og hansara svar vil vera: "Hvat segði eg. Kanska enntá “Deep State” er eftir mær." So er tað eisini tað, at tú skal ikki verja einstaklingar ímóti at vera fornermaðar. Fólk kunnu hava øgiliga ósympatisk sjónarmið, men tú kann sjálvur velja, um tú lurtar eftir teimum, lesur bøkur tey skriva osfr. Hitt verður bara smælri og smælri, um lægsti felagsnevnari skal avgera, hvat sigast kann og ikki. Tað eru ting vit halda eru góð, fín og kunnu góðtakast í dag. Um 100 ár fer man at spyrja: hildu tey veruliga tað tá? Tað er væl eingin, sum er so naivur at halda, at vit hava uppskriftina uppá ta góðu menniskjaligheitina júst her og nú.

[object Object]

Ben Arabo vísir í hesum sambandi eisini til rithøvundan Salman Rushdie, sum fekk harðasta dómin í muslimska heiminum fyri at siga sína hugsan um muslimsku trúðarlæruna.

-Hann er ein martyrur fyri talufrælsi. Har er tað átrúnaður og blasfemilógir hann ger seg inn á. Nógv av hesum trýstinum móti haturstalu er í veruleikanum í tráð við haturstalulógir.

Hugsa tær, at man vil drepa onkran persón bara fyri tað hann hevur fest á blað. Eg búði í Djakarta í eitt ár. Indonesia er fólkaríkasta muslimska land í heiminum, og har fór eg inn í ein bókhandil og keypti tey Satanisku Ørindini  hjá Salman Rushdie. Ta bókina fær tú neyvan í einum bókhandli í Malmø í dag.

-Hvat kann tú so siga um hasa stuttsøguna um haturstalu?

-Hon er eitt sindur ironisk, karikerað og yvirdrivin. Søgan snýr eg um ein mann, sum fortelur eina rasistiska søgu heima hjá sær sjálvum, og so koma myndugleikarnir eftir honum.

Skal tú sleppa at siga ting heima hjá tær sjálvum uttan, at myndugleikarnir skulu koma og lóggeva? Skal man hava krav uppá at verða vardur móti ræðuligum sjónarmiðum? Skal tað verða forboðið hjá tær inni hjá tær sjálvum at siga tað, tú hevur hug til? Sjálvandi skal tað ikki tað.

Vit hava injuriir, og vit hava hóttanir. Sjálvandi skal tað vera ólógligt. Men har er markið. Tað skal ikki verða loyvt at forða tær fyri at hava ósympatisk sjónarmið. Td. at siga, at kinesarar eru býttir. Tú kann ikki gera tað ólógligt at siga so. Skal tað vera ólógligt at vera stalinistur ella nazistur? Kanst tú lóggeva ímóti forferdiligum sjónarmiðum? Tað eru fólk úti í samfelagnum, sum halda, at demokratiiðið ikki er gott. Skal tað vera ólógligt at halda tað? Vit kunnu halda, at tað er tápuligt. Tað er eisini tí tú skal hava debatt um tingini og fáa trøllini út í sólina.  Einki bekreftar ein konspirationsteoretikara meira enn, um staturin kemur eftir honum.

Og so er tað nakað annað. Scientology læruna halda mong vera eina láturliga religión. Tað særir uttan iva onkran lim hjá teimum. Skal eg kunna siga tað? Ja sjálvandi skal eg tað, hóast mær ikki nýtist at siga tað. Ella at kristindómurin ella islam eru tápulig. Sjálvandi skal man hava loyvi at siga tað.

Eg hugsi altíð um orðini, sum hava verið tilskrivað Voltaire: ”Eg forakti tað tú sigur, men eg vil til mín doyggjandi dag verja rættin hjá tær at siga tað.”

Ben sjálvur heldur nógvar av søgunum snúgva seg um antihetjur. Hann roynir at pilka við hetjusøgurnar vit hava.

-Vit eru von við, at alt endar gott, men  tað eru ikki altíð tey góðu, sum skriva søguna, og tað er ikki altíð tey góðu vinna. Tann, sum yvirlivur, sleppur at bestemma søguna. Tað segði man altíð fyrr, at tað eru vinnararnir, sum skriva søguna og ikki neyðturviliga tey sannføru.

Vónandi gevur onkur av søgunum okkurt gott stoff til eftirtanka sum at pilka við ideal. Eg royni at vera óhátíðarligur og ikki ov háfloygdur.

[object Object]

-Til endans Ben, hvat dámar tær best at lesa?

-Eg lesi serliga siðsøgu, ævisøgur, stuttsøgur og skaldsøgur. Eg lesi sjáldan faklitteratur innanfyri mítt egna fakøki, tað fái eg nokk av til dagligt, og aldrin sjálvhjálparbøkur.

-Yndisrithøvundurin er George Orwell, sum er næstan profetiskur í bókini 1984. Annars havi eg lisið nógv av George MacDonald Fraser, Ian Fleming, Stephen King, Bill Bryson, Jon Ronson, Simon Winchester, Aldous Huxley, Arthur C. Clarke. Eg kundi blivið við.

[object Object]

Ein tann besta bókin eg yvirhøvur havi lisið er «In the Heart of the Sea” av Nathaniel Philbrick. Hon er sanna søgan um eitt hvalaskip, sum bleiv sokkið av einum hvali í Stillahavinum. Henda søgan gav Herman Melville íblástur til at skriva Moby Dick.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder