Innanlands

- Eysturoyar Tjóðveldisfelag tikið væl ímóti mær

Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon einki fær gjørt við, at tingmanningin ikki vil lima hana í tingbólkin. Hon er tó framvegis limur í lokalfelagnum

Sonja Jógvansdóttir fekk fleiri enn 1000 atkvøður til seinasta løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sonja Jógvansdóttir fekk fleiri enn 1000 atkvøður til seinasta løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-06 10:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At tingmanningin ikki vilja lima meg í tingbólkin fái eg ikki gjørt nakað við. Tað eg hinvegin kann gera, er framhaldandi at virka fyri, at vit fáa einar Føroyar, har vit taka okkum av hvørjum øðrum við samábyrgd.

Tað skrivar Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, á Facebook fyrrapartin.

Tjóðveldi á tingi avgjørdi í gjár, at Sonja Jógvansdóttir ikki sleppur at vera partur av tingbólkinum hóast hon er blivin limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

- Hóast eg í gjár ikki gjørdist partur av tingmanningini hjá Tjóðveldi, so eri eg framvegis fegin um, at eg gjørdist limur í flokkinum, og tað ætli eg mær framhaldandi at verða, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

- Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur tikið væl ímóti mær, og tað eri eg sera takksom fyri, sigur hon.

- Tjóðveldið hevur røtur í fakfelagsrørsluni, og grundvirði floksins eru fult í samsvar við tey virði, eg sjálv standi fyri og havi arbeitt fyri. Sum nýggj í Tjóðveldi so eri eg tilvitað um, at eg skal vísa mítt virði, og tað ætli eg so avgjørt at gera.

- Síðani eg varð vald á Føroya Løgting, havi eg uttan íhald arbeitt fyri teimum hjartamálum, sum eg varð vald inn á ting fyri. Hetta var millum annað at vera rødd teirra, ið ofta ikki verða hoyrd, bøta um korini hjá teimum veikastu í samfelagum, berjast fyri arbeiðarafjøldini og veita javnrættindi til minnilutabólkar, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Tingfundur er nú klokkan 11.

Les eisini: Atkvøðuslúkurin sleppur helst at stilla upp fyri Tjóðveldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder