Verða evropeisk herfólk sett inn í Ukraina, verða tey eitt lógligt mál hjá russiska herinum, sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov.
Í sambandi við samráðingarnar um friðarætlan millum Russland og Ukraina, sum USA hevur skotið upp, hava ukrainar sagt, at teir eru sinnaðir at droppa ætlanirnar um at gerast partur av verjusamgonguni Nato, um verjutrygd frá vesturheiminum gerst partur av avtaluni.
Men hvørki Lavrov ella russiski forsetin, Vladimir Putin vilja hava herfólk úr Nato-londum í Ukraina.
Lavrov sigur í samrøðu við russisku tíðindastovuna Tass, at evropeiskir politikarar - her nevnir hann sum dømir ES-nevndarforkvinnuna, Ursula von der Leyen, týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz, bretska forsætisráðharran, Keir Starmer og franska forsetan, Emmanuel Macron - hvørki leggja í teirra egnu fólk ella í ukrainar.
Tað er tí Evropa framvegis tosar um at senda herdeildir til Ukraina, sigur hann, og um tað hendir, fer russiski herurin at rokna tær sum lóglig mál.
Les eisini: Russland finst at ukrainskum broytingum í friðarætlanini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald