Innanlands

- Eru í gongd við at royna at stytta arbeiðsvikuna

Í samrøðu við FM1 og á tingsins røðarapalli tosaði løgmaður um stóra vallyfti Javnaðarfloksins sum nakað, ið er á veg - nakað sum Ingilín D. Strøm vil hava skal fylgja við hækkandi pensjónsaldri

Tað eydnaðist hjá Akseli Johannesen at fáa niggju ja-atkvøður, men spurningurin er, um Javnaðarflokkurin nú megnar at fáa styttu arbeiðsvikuna av álvara á beddan (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist hjá Akseli Johannesen at fáa niggju ja-atkvøður, men spurningurin er, um Javnaðarflokkurin nú megnar at fáa styttu arbeiðsvikuna av álvara á beddan (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ymiskt bendir á, at Ingilín Didriksen Strøm hevur fingið okkurt lyfti innanhýsis í flokkinum og kanska í samgonguni í seinastu døgunum, har arbeitt hevur verið við at tryggja meiriluta í dagsins stóru málum.

Les eisini:Pensjónsmálið kemur fyrst fyri - kann avgera lagnuna hjá Suðuroyartunlinum og samgonguni

Atkvøðugreiðsla í aðru viðgerð av pensjónsmálinum var fyri løtu síðani, og har var smalur meiriluti - Javnaðarflokkurin stóð saman í málinum.

Les meira: Málið um at hækka pensjónsaldurin samtykt við 2. viðgerð

Tann næstvalda á Javnaðarlistanum til seinasta løgtingsval segði í desember, at hon ikki vil atkvøða málið um at hækka pensjónsmálið ígjøgnum, uttan so at arbeiðsvikan eisini veður stytt.

Síðstnevnda var eitt av stóru vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur á løgtingsvalinum í 2022.

Síðani hevur lítið verið at hoyrt um hetta. Í ólavsøkurøðini í fjør segði løgmaður tó, at hann "framvegis vónaði,at hetta kann gerast veruleiki". 

Og nú, har trýstið á samgonguna er størst - millum annað frá verkafólki - er hetta nakað, "man arbeiðir fram ímóti"

Les eisini: - Ímóti øllum tí sum Javnaðarflokkurin átti at staðið fyri

Hetta staðfestir løgmaður. Í samrøðu við FM1 á middegi, nevndi Aksel V. Johannesen styttu arbeiðsvikuna, og á tingsins røðarapalli segði løgmaður, at "vit eru í gongd við at royna at stytta arbeiðsvikuna".

Júst hvussu langt hetta arbeiði er komið, ella hvussu tað skal gerast, verður ikki útdýpað í løtuni.

Hoyr samrøðu við løgmann um samlaðu støðuna her

[object Object]Ingilín Didriksen Strøm tykiskt ikki bergtikin av uppskotinum um at stytta arbeiðsvikuna (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er við Javnaðarflokkinum, at tit fáa styttu arbeiðsvikuna. Ikki við nøkrum øðrum flokki, staðfesti Margit Stóra, uppskotsstillari í pensjónsmálinum, á sama røðarapalli.

Ein onnur javnaðartingkvinna var har uppi um middagsleitið. Stórur spenningur var um, hvat Ingilín Didriksen Strøm fór at siga. 

Hon gav onga ábending um, at hon fer at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin, og tað gjørdi Ingilín Strøm eisini. Men hon hevði ynskt, at stytta arbeiðsvikan varð komin uppá pláss fyrst.

– Um eg bestemmaði sjálv, so hevði eg kravt tað. Men tað geri eg ikki.

Les eisini: Trúgvi framvegis uppá at samgongan heldur seg til greiðu avtaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder