– Lat meg sláa rimmarfast, at eg eri fyri at binda landið saman, men tað skal gerast við skili.
Tað segði Liljan Weihe á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani.
Liljan Weihe var ein av samgongutingfólkunum, sum atkvøddi ímóti uppskotinum um Suðuroyartunnilin við aðru viðgerð mánadagin, og hon hevur verið við til at leggja broytingaruppskotið fram í morgun um eisini at bjóða út alternativa farleið.
Sambært Liljuni Weihe er verkætlanin ikki nóg væl fyrireikað. Og tá tíggjutals milliónir krónur ella meira av skattapengum skulu brúkast uppá at projektera og bjóða tunnilin út, má mann í minsta lagi kunna velja bestu farleiðina, sigur hon.
Liljan Weihe sigur, at hon heldur Múlaleiðina vera betra leiðin, tí hon er m.a. bíligari, tryggari og styttri.
– Projekteringin kann eftir mínum tykki síggjast sum ein íløga í eitt ordiliga gott og stórt grundstykki, sum vit gera byggibúgvið, so klárt er at fara undir at byggja - tá ella um tað er fíggjarliga ráðiligt, segði hon í røðu sínari fyri løtu síðani.
Liljan Weihe segði, at broytingaruppskotið, sum hon hevur verið við til at leggja fram í dag, skal síggjast sum ein roynd at finna semju í einum máli, “sum hevur kloyvt flokkar, løgting og Føroya fólk”.
Dagførd kl. 12.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald