placeholder
Mentan

- Er tíðin ikki komin til at halda uppat at eta kjøt?

Danskarar uppliva í hesum døgum eina lýsingaherferð, har kjøt verður samanborið við sigarettroyking

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-24 08:34 Author image
Oda Strøm
placeholder

Við undiryvirskriftini "Tað er tíð uppá, at vit fyrihalda okkum kritiskt til okkara kjøtforbrúk" er danska vegetarfelagið Simple Feast, sum selur vegetariskar matpakkakassar, farið undir eina lýsingaherferð, sum samanberir tað at eta kjøt við at roykja tubakk. 

Sjónbandið vísir gamlar upptøkur av roykjarum og hevur skift sigarettirnar út við pylsur í staðin. M.a. sæst ein mamma, sum situr og roykir uppiyvir soni sínum, men tað er ikki ein sigarett, hon hevur í munninum - tað er ein pylsa.

- Sjónbandið er gjørt fyri at vísa á, hvussu absurd vit sum menniskju uppføra okkum. Tað, sum í dag er normalt, verður í framtíðini nokk hildið at vera púra ónormalt, sigur stjórin í Simple Feast við Ritzau, Jakob Jønck.

Tað hevur fingið nógvar danskarar upp úr stólinum, og fakfólk kalla samanberingina fyri misvísandi. Viðgjørt oksa- og svínakjøt so sum pylsur, roykt skinka og bacon økja nevniliga um vandan fyri ávísum krabbasløgum við 18 prosentum sambært WHO, meðan royking økir um vandan at fáa krabba við 2500 prosentum. 

Tó sigur Jakob Jønck við Ritzau, at endamálið við lýsingaherferðini er ikki at uppáhalda, at kjøt er eins vandamikið sum royking, men er heldur meint sum ein "absurd joke". 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder