– Sáttmálin er eitt stórt og gleðiligt stig í einari verkætlan, sum vit hava arbeitt miðvíst við í longri tíð.
Tað sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, eftir at sáttmáli um útbygging av listasavninum varð undirskrivað millum Landsverk og Sp/f Búsetur 12. mars.
Les eisini: Sáttmáli undirskrivaður um útbygging av Listasavninum
Sambært Listasavninum er verkætlanin ein týðandi varði í arbeiðinum at styrkja karmarnar um list, miðlan og upplivingar hjá gestum á savninum.
– Út- og umbyggingin framtíðartryggjar karmarnar hjá savninum og skapar betri umstøður fyri gestir, listina og starvsfólk. Verkætlanin fevnir um nútímansgerð av verandi bygningi umframt nýggj øki, sum geva betri møguleikar til framsýningar, læring og tiltøk.
![]()
Byggiarbeiðið fer nú ígongd og verður væntandi liðugt á vári 2028.
Hóast hetta heldur Listasavnið fram við at vera opið fyri almenninginum. Savnið letur dyrnar upp til eina nýuppheinging av føstu framsýningini, og eisini skipar savnið fyri eini røð av tiltøkum í sambandi við nýggju uppheingingina, har gestir fáa høvi at fylgja menningini og uppliva samlingina á nýggjan hátt, skrivar Listasavnið.
– Vit síggja fram til eitt gott samstarv við Landsverk og Sp/f Búsetur um at skapa bestu karmar fyri listina og fyri okkara gestir, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald