- Ja, eg rokni við at Sambandsflokkurin nýtir hetta til at vísa á, hvat vit kunnu fáa burturúr at vera í einum ríkjafelagskapi. Men also, tað valdast jú øðiliga nógv um, hvørjar treytir eru galdandi hinvegin; um hetta er áhugavert ella ikki.
Soleiðis segði Ruth Vang, tá FM1 og Portalurin í vikuni spurdu landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, hvørt eitt danskt statslán í sambandi við Suðuroyartunnilin kemur uppá tal ella ikki.
Hetta var í sambandi við skrivið frá Vinstra-flokkinum í Danmark og Sambandsflokkinum í vikuni. Landsstýriskvinnan og forkvinnan í Framsókn segði, at hetta als ikki hevur verið umrøtt í landsstýrinum. Eisini helt Ruth Vang fyri, at henni hóvaði ikki tankan um hetta.
Hoyr eisini: - Mær hóvar ikki slíka politiska íblandan úr Danmark
Soleiðis ljóðaði boðskapurin hjá Ruth Vang aftur í dag, tá hon á tingsins røðarapalli svaraði hesum spurningunum frá formanninum í Sambandsflokkinum í sambandi við munnligu fyrispurningarnar:
1.Ætlar landsstýriskvinnan at viðgera møguleikan fyri donskum statsláni, um Suðuroyartunnilin gerst veruleiki?
2.Hvørjar hugsanir hevur landsstýriskvinnan um at taka danskt statslán til fígging av føroyskum verkætlanum?
- Alt kann kannast, men tað er einki, sum talar fyri einum statsláni, segði landsstýriskvinnan.
Ruth Vang, og nakrir viðmerkjarar úr salinum, vístu á tað sama, sum Johnny í Grótinum hevur gjørt í skrivi og í viðmerking: At Danmark hevur latið Grønlandi eitt lán til flogvøll, sum hevði eitt rentuískoyti, á 1,45 prosent.
- Hetta merkir, at tað er dýrari, enn tað sum Landsbankin kann veita.
Hoyr samrøðu við formannin í Búsakparráðnum um statslán her: - Tað veldst um ískoytisrentuna
![]()
Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre, Anna Falkenberg, fólkatingslimur og nærtforkvinna hjá Sambandsflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hava lagt eitt uppskot fram
Johnny í Grótinum vísti tó eisini á, at danski staturin megnar at skaffa nógv bíligari lán, enn føroyski landskassin megnar. Og tað var eisini boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen og partvíst hjá tinglimum í Fólkaflokkinum:
- Vit mugu taka bíligasta lánið, vit kunnu fáa. Allir møguleikar skulu vera á borðinum.
Í mun til málið um flogvøllin í Grønlandi, segði Bárður á Steig Nielsen, at tað eisni snýr seg um kreditrating: Har standa Føroyar betri enn Grønland.
Ikki óvæntað er Tjóðvaldi hart ímóti statsláni frá Danmark:
- Vit hava gjørt allar aðrar undirsjóvartunnlar, eftir at blokkurin varð skorin kraftiga, segði Høgni Hoydal
- Tað er næstan flovisligt. Pínligt at okkara høga ting skal kjakast um at lána pengar frá einum øðrum stati. Bíligast er ikki altíð best: Hvat um vit tóku lán við negativari rentu frá Russland, spurdi Erling Eidesgaard retoriskt.
Sí eisini: - Sambandsflokkurin ræðist orð
Dagført: 17.29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald