Uttanlands

– Eingin tímdi at taka í hondina á Pompeo

– Hetta er bert enn eitt prógv um, hvussu restin av heiminum sær USA og teirra koronaútbrot í løtuni, sigur miðilin The Week

Mike Pompeo heilsar uppá Jenis av Rana (Mynd: EPA)

Mike Pompeo heilsar uppá Jenis av Rana (Mynd: EPA)

2020-07-24 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo heilsaði uttanríkismálaraðharrunum í Ríkisfelagsskapinum mikudagin, bleiv tað ikki til nakað lógvatak.

Í hesum døgum er tað kanska ikki heilt óvanligt, men tað hevur kortini vakt ans.

Pompeo royndi at vera diplomatiskur og rakti hondina út til hinar ráðharrarnar, men eingin teirra vildi taka í hondina á honum.

[object Object]

[object Object]Mike Pompeo og danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod (Mynd: EPA)

– Hetta er bert enn eitt prógv um, hvussu restin av heiminum sær USA og teirra koronaútbrot í løtuni. Danmark hevði bert 13.500 tilburðir og 611 andlát mikudagin, meðan USA hevði nærum fýra mió. tilburðir og 145.000 andlát, skrivar miðilin The Week.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder