Innanlands

- Eingin forðing fyri at Anna Falkenberg stillar upp til løgtingsvalið eisini

Tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur, sigur Bárður á Steig Nielsen. Formaður Sambandfloksins hevur samskift við fólkatingskvinnuna í dag - nógv bendir á, at Anna Falkenberg verður á báðum listunum í mars

Formaðurin og næstforkvinnan á Fólkatingi

Formaðurin og næstforkvinnan á Fólkatingi

2026-02-26 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg havi hugsað eitt sindur um hetta, millum annað í dag, og sum tað sær út nú, havi eg hug at stilla upp til bæði valini.

Soleiðis segði Anna Falkenberg, tá fólkatingskvinnan tosaði við Árna Gregersen í FM1-tíðindunum á middegi.

Sí eisini: Anna Falkenberg hevur hug at stilla til bæði valini

Í eina tíð hevur gitt verið um, hvørt Anna Falkenberg fer at stilla upp til bæði valini í ár ella ikki.

Og nú er nærum endaliga greitt, at hon verður á báðum listunum. Anna Falkenberg segði fyrr í dag, at ymiskar tilgongdir skulu í gongd, og at flokkurin skal endaliga støðu.

Portalurin hevur verið í samband við bæði Bárð á Steig Nielsen, floksformann, og Jóhan Dahl, formann í Føroya Val (lokalfelagnum í Suðurstreymoy).

Sambært teimum burdi sim eingin forðing verið fyri, at Anna Falkenberg stillar upp til bæði Fólkatingsval (24. mars) og Løgtingsval (26. mars). Bárður á Steig Nielsen vísir á, at hetta kann  heldur vera ein fyrimunur. Formaðurin og fólkatingskvinnan/næstfokvinnan hava samskift um málið:

- Fyri okkum er tað eingin trupulleiki - heldur tvørturímóti. Eg havi tosað við Annu Falkenberg í dag, og vit eru samd um tingini, sigur Sambandsformaðurin við Portalin og FM1.

Hoyr samrøðu við Annu Falkenberg her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder