Uttanlands

- Ein heil siðmennning fer at doyggja í nátt

Og ongantíð koma aftur. Donald Trump hóttir aftur Iran - samstundis vilja fleiri demokratar fáa forsetan frá við serligari lóg

2026-04-07 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein heil siðmenning (sivilisatión) fer at doyggja í nátt og fer ongantíð at koma aftur. Eg vóni ikki, at tað fer at henda, men tað fer tað mest sannlíkt.

Amerikanski forsetin leggur heldur ikki fingrarnar ímillum í dag, tá hann skrivar á egna miðli Truth Social um støðuna í Iran.

Donald Trump sigur seg "ikki ynskja tað, men at tað mest sannlíkt fer at henda - hóast nýggja stýrið í Iran er minni víðgongd og hevur klókari fólk"

Forsetin hevur givið Iran eina freist til klokkan tvey í nátt okkara tíð til at koma til samráðingarboriðið. Um ikki so brestir helveti á, sum Trump tók til um vikuskifti.

Talan verður eina søguliga og ógvuliga týðandi løtu, heldur Donald Trump, ið summir demokratar nú virkið arbeiða fyri at fáa frá. Hetta við einari serligari lóg í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder