- Hetta er aftur ein veruligur frammaná hjá samgonguni, sum sigur spar tvey. Og tann størsta "bakkaláaran" fær Javnaðarflokkurin. Í løtuni er tað ein skúta, sum tykiskt at stýra uttan nakra kumpas.
Tórbjørn Jacobsen er alt annað enn bergtikin av stevinum hjá samgonguni, og nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1, vísir, at soleiðis hava nógv tað. Í gjár viðgjørdu "Tobbi" og Heðin Zachariassen afturgongdina hjá samgonguni í mun til seinasta val - frá at hava 18 til 11 á pappírinum.
Sí eisini: 22-11 til andstøðuna - Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða
Hoyr seinastu útgávuna av Stjórnini her
Sambært Tórbirni Jacobsen sær tað út sum "ein skúta sum onkursvegna siglir uttan kumpas".
Orsøkin til ógvusligu úrslitini eru heldur trupul at tulka. Men bæði Tobbi og Heðin Zachariassen meta tað í størri mun vera vantandi avrik hjá samgonguni heldur enn tí, at Fólkaflokkurin, ið nú stendur til 13 tinglimir, hevur víst á so nógvar loysnir.
Royndu politikkararnir vísa eisini á, at millum annað Javnaðarflokkurin tykiskt at hava mist breiða skaran av veljarum, sum flokkurin annars søguliga hevur havt.
Stjórnin: - Trúgvi einki uppá at Javnaðarflokkurin fær 4 tingsessir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald