
Handilsavtalan, sum er gjørd millum USA og ES er tann besta avtalan, sum kundi gerast undir sera truplum umstøðum, sigur Maros Sefcovic, ES-handilskommisserur.
Les eisini: USA og ES gjørt handilsavtalu
Avtalan inniber m.a. ein toll á 15 prosent á ávísar vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES. Tað er munandi lægri enn tey 30 prosentini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump upprunaliga hótti við, hóast vónin hjá ES var at gera eina avtalu um nul toll.
– Eg eri 100 prosent vísur í, at hendan avtalan er betri enn eitt handilskríggj við USA, sigur Sefcovic.
– Eitt handilskríggj tykiskt kanska freistandi hjá summum, men tað hevði havt við sær álvarsligar avleiðingar. Við einum tolli á 30 prosent var handilin okkara millum í roynd og veru steðgaður upp, og tað hevði sett nærum fimm milliónir arbeiðspláss í vanda - harímillum í smáum og miðalstórum fyritøkum.
Les eisini: Fleiri smálutir enn ikki komnir uppá pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald