ES eigur at hava eitt aldursmerk fyri, nær børn kunnu fáa atgongd til sosialar miðlar, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.
ES-nevndarforkvinnan, sum júst hevur fingið handað eina frágreiðing um trygdina hjá børnum á netinum sigur, at børn skulu hava eina tryggari byrjan til lívið á netinum.
– Eins og vit ikki geva børnum koyrikort og fría atgongd til rúsdrekka, so skulu vit á sama hátt seta eitt mark fyri, nær børn kunnu fáa atgongd til sosialar miðlar, sigur hon sambært Ritzau.
Hon leggur afturat, at sosialir miðlar ikki eru at spæla við.
Sambært frágreiðingini eru algoritmurnar hjá sosialu miðlunum skaðiligar fyri børn, og eiga børn undir 3 ár yvirhøvur ikki at fáa atgongd til skíggja. Børn millum 3 og 12 ár skulu hava atgongd til netið, tá tað er saman við foreldrum ella lærara, og tað skal vera avmarkað, hvussu leingi tey sleppa at vera á netinum.
Frá aldrinum 13 til 18 ár skulu ung stigvíst fáa atgongd til netið, men tað skal vera trygt, og skulu tey bert hava atgongd til sosialar miðlar, sum hóska til teirra aldur.
Mælt verður til, sambært frágreiðingini, at børn undir 13 ár ikki skulu fáa atgongd til sosialar miðlar.
ES-nevndin fer nú at lesa frágreiðingina og leggja fram uppskot eftir summarfrítíðina.
Ursula von der Leyen ásannar, at tað verður torført at handfara eitt aldursmark, og fer tað at taka tíð at gera upp við núverandi mentanina, har foreldur kanska ikki hugsa so nógv um, hvussu skaðiligt lívið á netinum kann vera fyri børn.
– Tað tekur tíð. Eins og tað tók tíð at gera rúsdrekkakoyring ólógliga og fáa fólk at nýta trygdarbelti í bili, sigur hon.
– Stórar broytingar henda ikki eftir eina nátt. Tær taka tíð. Men tá talan er um týðandi broytingar, so fer tað altíð at vera tað vert.
Fleiri lond vilja hava aldursmark
Avstralia gjørdist í desember fyrsta landið í heiminum at nokta børnum og ungum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar, og Indonesia hevur eisini sett í gildi eitt líknandi forboð.
Fleiri onnur lond hava eisini boðað frá ætlanum um at seta eitt aldursmerk á sosialar miðlar.
Í samgonguskjalinum hjá núverandi samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin stendur m.a., at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald