Innanlands

- Eg veit ikki hvat vit yvirtaka og eg siti í uttanlandsnevndini

Kaj Leo vil ikki yvirtaka ein part av danska verjupartinum

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)

2018-12-06 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur, heldur at vandi er fyri at føroyingar yvirtaka nakað tey ikki skulu í núverandi støðu, nú løgtingið viðgerð yvirtøku av kort- og landmátingarmyndugleikanum.

- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki yvirtaka ein part av hernaðarliga økinum hjá dønum ella av donsku uttanríkispolitikki.

Eftir at uttanlandsnevndin hevur viðgjørt uppskotið um yvirtøku, er komi fram, at danskir myndugleikar eru ivasamir um føroysku yvirtøkuna, tí at vandi er fyri at føroyingar við hesum yvirtaka ein part av donskum hernaðarøkinum hjá dønum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta er ein grásona og vit vita ikki hvat tað er, sum vit yvirtaka.

- Eg veit ikki hvat tað er vit ætla at yvirtaka og eg eri í uttanlandsnevndini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder