- Tú segði við meg nøkrum fáum døgum síðani....eg helt tað vera so betryggjandi.
Upptøkurnar hjá Kringvarpinum vístu væl, hvat hendi har forfólkini í flokkinum sótu, tá tað gjørdist øllum greitt, at Aksel V. Johannesen fór upp á tingsins røðarapall at útskriva nýval.
Video: Tá Ruth bleiv lumpað av Akseli
![]()
![]()
Tað vóru ikki nógv sum vistu av hesum - men broytt rekkjufylgja og politiskt togtogan løgdu lunnar undir tí (Myndir : Sverri Egholm)
Myndir: Val og drama í løgtinginum
Eftir hendingina gjørdist forkvinnan í Framsókn heldur firtin - hon helt, at ein avtala var uppá pláss.
- Eg tosaði við Aksel, og helt at tað var ein greið avtala. Og eg gekk á hann um at tryggja tað. Onkutíð tekur løgmaður jú ikki konfrontatiónirnar.
Hoyr samrøðu, sum vit gjørdu við Ruth Vang eftir tingfundin, niðanfyri:
Í øðrum miðlum vísti Ruth Vang eisini sína ónøgd, men tá forfólkaumfarið var klokkan 19, høvdu hon og Aksel V. Johannesen í øllum førum partvís slættað sjógv.
- Eg havi givið Akseli nakrar glosur... og eitt klemm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald