
- Eg byrji mína viku í Føroyum. Tað er deiligt at vera aftur her.
Soleiðis skrivar Mette Frederiksen á sínum sosialum miðlum seint seinnapartin saman við einari mynd av sær sjálvari í Tinganesi.
Danski stjórnarleiðarin staðfestir, hvussu vakurt tað er í dag, men samstundis at álvarsemi eisini er.
Hendan góðveðursdagin í Føroyum hava stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Noreg viðgjørt trygdarpolitisku støðuna. Hetta er neyðugt at fyrihalda seg til, staðfestir Mette Frederiksen - men fyri hana er tað heldur torført at fyrihalda seg til, meðan man stendur í Føroyum ein slíkan dag.
- Tað krevur tætt samskifti og samstarv mellum Føroyar og Danmark og okkara samstarvsfelagar í økinum. Tað er eisini tí at eg í dag havi havt eitt ein fund við Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg.
Hesin fundurin varð ikki kunngjørdur fyrrenn í gjárkvøldið, men sum skilst hava ætlanir verið um sjórnarfundin í eina tíð, og kom hann á skrá fyrst í mánaðinum.
Mette Frederiksen saman við John Rajani, løgmansstjóra, og fylginum úr Danmark. Hon kom beinleiðis av flogvøllinum í Tinganes (Mynd: Sverri Egholm)
Aksel V. Johannesen hitti í dag fyri fyrstu ferð Jens-Frederik Nielsen, nýggja landsstýrisformannin í Grønlandi (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini fleiri myndir her: Norðurlendskir leiðarar hittust í sólini í Tinganesi
Einsæris fundur við løgmann - hava sterkt samstarv við Føroyar
Mette Frederiksen er farin úr føroyska høvuðsstaðnum aftur, og hevur hon sett kós móti tí danska høvuðsstaðnum.
Hon greiðir frá, at hon i dag eisini hevði "ein góðan og týðandi fund" við løgmann, har millum annað samstarvið landanna millum var á breddanum.
- Tit standa við einari felags uppgávu, sum bæði lond eru uppsett uppá at loysa. Sterkt samstarv er umráðandi - og tað hava vit, endar danski stjórnarleiðarin við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald