Mánadagurin og týsdagurin verða avgerandi í mun til arbeiðið við at fáa tamarhald á náttúrueldunum í Spania, sigur spanski innlendismálaráðharrin, Fernando Grande-Marlaska.
– Í dag og í morgin eru sera avgerandi dagar, tí mikudagin verður veðrið munandi meira óheppið fyri eldsløkkingararbeiðið, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært CNN verður veðrið í Spania heitari frá týsdegnum. Tá kunnu hitastgini vera mitt í 30unum, og í økinum kring Madrid kann hitin gerast upp móti 40 hitastig.
Náttúrueldar herja vestanfyri Madrid. Í nátt breiddu teir seg ikki ikki eins skjótt, og teir áður hava gjørt, men støðan er famvegis álvarsom, og eiga borgarar at vísa størsta varsemi, upplýsa lokalu myndugleikarnir.
Túsundatals spaniólar hava fingið boð um at rýma úr heimi teirra og leita sær skjól aðrastaðnis.
Í Ávila-økinum, sum er umleið 100 kilometrar vestanfyri Madrid, eru umleið 47.000 hektarar brendir.
Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez sigur, at talan er ikki um einstakar hendingar men um eina veðurlagsneyðstøðu. Tørvur er á einari tjóðaravtalu um at basa veðurlagkreppuni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald