Uttanlands

– Arbeiðsbólkurin er eitt týðandi stig

Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, sum leggur afturat, at Grønland ynskir eitt friðarligt samstarv við USA

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens-Frederik Nielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-15 17:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen sigur, at ein arbeiðsbólkur og samskifti eru týðandi stig eftir fundin millum umboð fyri Grønland, Danmark og USA í gjár.

Tað vóru danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, sum hittu amerikanska uttanríkismálaráðharran, Marco Rubio og varaforsetan, J.D. Vance í Hvítu Húsunum.

Les eisini: Funnu onga loysn, men vóna at finna eina semju

– Samskiftið er nú í gongd, og semja er um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal arbeiða víðari við tær ósemjurnar, sum eru millum partarnar.

– Tað er eitt týðandi stig. Samskifti og diplomati er rætti vegurin fram, eisini tá áhugin er so stórur og trýstið so sjónligt, skrivar hann á Facebook.

Samstundis ger grønlendski landsstýrisformaðurin greitt, at Grønland ynskir eitt friðarligt samstarv við USA og altjóða samstarvsfelagar, sum byggir á samrøðu.

Men tað er treytað av virðing fyri fólkarættinum og fyri rættinum hjá grønlendingum til teirra egna land, sigur hann og endurtekur:

  • Grønland er ikki til sølu
  • Grønland vil ikki vera ogn hjá USA
  • Grønland vil ikki vera stýrt úr USA
  • Vit eru eitt fólkaræðisligt samfelag við sjálvstýri
  • Vit eru ein partur av danska kongaríkinum
  • Og sum ein partur av kongaríkinum eru vit partur av Nato

Jens-Frederik Nielsen sigur, at trygdarpolitiska støðan er álvarsom, og geopolitiski áhugin er stórur. Tí er tað umráðandi at halda fast í felagsskapinum og teimum samstørvunum, sum hava vart grønlendingar.

– Nú er ikki tíð til innanhýsis kjak. Nú er tíð til samanhald, frið og ábyrgd.

Eftir fundin í gjár endurtók amerikanski forsetin, Donald Trump ynskið um at yvirtaka Grønland, og segði hann m.a., at Danmark ikki kann gera nakað um Russland og Kina ynskja at hertaka Grønland.

Les eisini: Trump: Danmark kann einki gera, um Russland ella Kina vilja hertaka Grønland

Les eisini: Løkke: Grønlendingar høvdu sagt nei til eitt tilboð frá Trump

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder