Amerikonsku álopini á Iran í gjárkvøldið og í nátt vóru neyðug, sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte.
– Eg haldi, at tað var heilt neyðugt, tí tá mann hevur eina vápnahvíld, og Iran í roynd og veru brýtur vápnahvíldina - tí vit sóu, hvat hendi í gjár við skipum, sum vórðu álopin - so haldi eg, at tað er heilt avgerandi, at USA reagerar ógusligt.
Soleiðis segði Rutte á tíðindafundi í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara í morgun, har Nato-toppfund er í hesum døgum, skrivar Ritzau.
Rutte sipaði til iransk álop á handilsskip í Hormuzsundinum, sum eru fráboðað. Tað var eisini grundgevingin hjá amerikanska herinum fyri at fremja nýggj álop á Iran.
Amerikanski herurin sigur seg hava lopið á yvir 80 iransk mál, harímillum 60 skip hjá iransku kollveltingarverjuni.
Les eisini: USA rakt yvir 80 iransk mál
Iran boðar í morgun frá álopum á 85 mál í Barein og Kuvait, sum hava tilknýti til amerikanska herin.
Les eisini: Iran framt nýggj álop í Barein og Kuvait
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald